|
Article in other languages:
|
Egyptaland (arábiskt: Gumhūriyyat Miṣr al-ʿArabiyyah) er eitt stórt land í Norðurafrika. Landið hevur umleið 80 mió. íbúgvar og høvuðstaðurin kallast Keiro. Keiro hevur umleið 16 mió. íbúgvar. Flestu fólk tala arábiskt og eru muslimar.
SøgaSagt verður, at Egyptaland er gáva frá Nilá. Og fram við Nilá kom upp ein av fyrstu stóra mentanum í heminum undir stýri faraoanna fyri meiri enn 5.000 árum síðan. Pýramidurnar vórðu bygdar til gravstaðir hjá faraonum fyri meiri enn 4.000 árum síðan. Tær eru eitt av teimum sjey undurverkunum í heiminum úr fornøld, og tað einasta, sum er eftir. Tá ið Aleksandur Mikli doyði í 323 f.Kr., stýrdi ein herovasti hansara, makedónarin Ptolemaios, Egyptalandi. Í 305 f.Kr. gjørdist hann kongur og flutti landsins høvuðsstað til Alexandria við Miðjarðarhav, har býurin gjørdist miðdepil fyri handilsskapi og vísindum. Frá 285 f.Kr. stýrdi hann saman við syni sínum, Ptolemaios 2., sum tók við eftir pápa sín í 282 f.Kr. Meðan Ptolemaios 2. og Ptolemaios 3. ráddu, styrknaði landsins handil upp aftur meiri, men eftirmenn teirra vóru veikir. Ptolemaiska ríkið fór til grundar, tá ið ein sameindur egyptiskur og rómverskur herfloti við Markusi Antoniuis á odda mátti lúta fyri Oktaviani, eftirmanni Cæsars í bardaganum við Actium í 31 f.Kr. FólkiðUm 99 % av fólkinum í Egyptalandi býr í Nildali og á Niloyrunum. Áin er lívæðrin í landinum og veitir landbúnaðinum, ídnaðinum og bústøðunum vatn. Tá ið Aswanbyrgingin varð bygd um Nilá, varð ovurstórt lendi sett undir vatn. Enn er tað størsta byrgda vatn í heiminum og verður kallað Nasservatn eftir forsetanum tá, Gamal Abdel Nasser. Flestu fólk tala arábiskt og eru muslimar. Egyptisk mannfólk ganga ofta í tílíkum bummullartunikum ella jelabas. Plaggið er lætt og svalligt. Miðallívsævin í landinum er 71 ár. 28,6 % av fólkinum eru ikki lesifør. BúskapurGrundarlagið undir búskapinum er landbúnaður, olja, ferðavinna, inntøkurnar frá skipum (ið sigla ígjøgnum Suezveitina) og peningur frá egyptum, sum arbeiða uttanlands. Í Egyptalandi eru mong fornminni. Hvørt ár koma fleiri mió. ferðafólk til Egyptalands at síggja á pýramidurnar og onnur fornminni, ella at sigla á Nilá. Mangir egyptiskir bøndur, felahin, dyrka jørðina, so sum siður hevur verið leingi; teir dyrka bummull, hveiti, rís, sukur, frukt ella grønmeti. Egyptaland er tað land í heiminum, sum dyrkar mest av dadlum. Ein onnur týdningarmikil grøði er berseem, eitt smæruslag, ið verður nýtt til dýrafóður. Egyptar dyrka eisini nógva bummull. Mong fólk arbeiða í klædnaídnaðinum, tey spinna, veva og lita bumullarklæði. LandalæraMeginpartur av landinum er turr sandoyðimørk, og bara fram við ánni er fruktagóður geiri. Har áin rennur í havið, eru stórar fruktagóðar oyrar. Næstan alt fólkið býr í Nildali og á Niláaroyrunum. Handil
Myndir
Sí eisini
Questions for article: felahin di mesir, ijipto aljeria in soudan |
||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||||
This article is from Wikipedia. All text is available under the terms of the GNU Free Documentation License.
IHS Europe: Infrared Heating Systems for Home and Business.