|
Article in other languages:
|
Marokko (المغرب) er í Útnyrðingsafrika. Landið hevur landamørk til Vestursahara og Algeria. Strandarlinjan er til Atlantshavið fyri vestan og Miðjarðarhavið fyri norðan.
Søga
Til 1956 var Marokko franskt hjáland, og hevur hetta við sær, at nógvir marokkanarar duga franskt.
Marokkanskur tjóðardagur er 2. mars, til minnis um loysingina frá Fraklandi.
Í 1976 hersetti Marokko tveir triðingar av Vestursahara, og Mauretania hersetti tann seinasta triðingin. Tá Mauretania tók seg aftur í 1979, hersetti Marokko alt Vestursahara. Í spanska borgarakrígnum hersetti Franco Marokko.
Fólk og mál
Fólkið
Fólkið er samansett av arabarum og berbarum.
Mál
Umframt almenna málið arabiskt duga nógvir marokkanar franskt, hetta er ein leivd frá hjálandatíðini.
Berbarnir tosa málið berber, ið ikki líkist arabiskum.
Landalæra
- Jaðari: 2.017 km
- Landamørk: Algeria 1.559 km
- Strandarlinja: 1.835 km
- Hæddarmunir: Lægst: Sebkha Tah -55 m, Hægst: Jebel Toubkal 4.165 m
- Náttúrutilfeingi: fiskur, salt, jarn, zink
Býir
Av kendum býum kunnu nevnast
Jarðarbýti
- Dyrkað jørð: 21%
- Verðandi avgrøðir: 1%
- Verðandi grasgangir: 47%
- Skógur og skógarstrekki: 20%
- Annað: 11% (1993)
- Dyrkað land: 12.580 km² (1993)
Landslutir
16 landslutir eru í Marokko:
- Chaouia-Ouardigha
- Doukkala-Abda
- Fès-Boulemane
- Gharb-Chrarda-Béni Hssen
- Grand Casablanca
- Guelmim-Es Semara
- Laâyoune-Boujdour-Sakia El Hamra
- Marrakech-Tensift-El Haouz
- Meknès-Tafilalet
- Oriental
- Oued Ed-Dahab-Lagouira
- Rabat-Salé-Zemmour-Zaer
- Souss-Massa-Draâ
- Tadla-Azilal
- Tangier-Tétouan
- Taza-Al Hoceima-Taounate
Keldur
Slóðir úteftir
Questions for article: marokkolainen ruoka, amazigh maruku, arabisk marroko, billeder marokko, eigenstart-marokko, eigenstart.marokko, 모로코, hoofstad maroco, italian väestöjakauma, kanariansaaret kautta maroko, koningssteden in marokko
|