|
Sálomonoyggjarnar eru oyggjabólkur í Oseania í Kyrrahavinum, eystan fyri Papua Ný Guinea og í ein útnyrðing úr Vanuatu. Miðallívsævin í landinum er 73,69 ár.
Søga
Fólkið á Sálomonsoyggjum livdi í samfeløgum og vóru saman um alt. Tey vildu ikki vita av fremmandafólki, sum tey hildu hava ilt í kvittanum.
Oyggjabólkurin varð 2. apríl 2007 raktur av stórari flóðaldu, sum stóðst av einum jarðskjálvta, ið vísti 8,2 á Richterstiganum.
Jarðskjálvti
Ein jarðskjálvti við Sálomonoyggjarnar 1. apríl í 2007 var so harður, at ávaringarstøðirnar í økinum settu í gongd eina tsunamiávaring fyri stórar partar av útsynningsøkinum í Kyrrahavinum, Sálomonoyggjarnar, Papua Ný Guinea, Avstralia og Nýsæland. Jarðskjálvtin varð máldur at vera 8,2 á Richterstiganum.
Jarðskjálvtin elvdi til eina tsunamialdu, sum skolaði inn yvir fleiri av Sálomonoyggjunum og Papua Ný Guinea. Fólk á staðnum boðaðu frá, at aldan var fleiri metrar høg summa staðni. Ávaringar um tsunami vóru sendar út fáar minuttir eftir hendingina, men tsunamialdan skolaði inn yvir Sálomonoyggjarnar so skjótt, at tey nærmastu fólkini náddu ikki at fáa hesar ávaringar. Tey kendu ristingarnar frá jarðskjálvtanum og megnaðu at bjarga lívinum við at flýggja niðan í brekkurnar.
Politikkur
Sálomonoyggjarnar eru limir í ST, WTO og The Commonwealth.
Landalæra
Landslutir
Sálomonoyggjarnar eru býttar upp í níggju landslutir og eitt høvuðsstaðarøki:
Keldur
Questions for article:
|